ROD VS8 incl. Wonder Brush - Huckleberry AW26
995,00 kr
Vøran er útseld.
Skap vakrar, týðiligar bylgjur og eitt væl røkt úrslit við HH Simonsen ROD VS8-bylgjujarninum og Wonder Brush. Ein samanseting til tín, sum ynskir munagóða hárseting við denti á bæði úrslit og milda røkt av hárinum.
ROD VS8 er eitt lætt og brúkaravinarligt bylgjujarn, sum ger tað lætt at skapa vakrar bylgjur og rørslu í hárinum. Innbygdu hitaskynjararnir máta hitan fleiri ferðir um sekundið og tryggja javnan hita undir hársetingini. Keramiska teflonyvirlagið ger samstundis, at hárið glíður lætt eftir plátunum, og minkar um vandan fyri, at hárið hongur fast ella brennur fast.
Bylgjujarnið verður kleimt um hárið í eitt par sekund og síðani flutt longur niður eftir hárinum. Hesin hátturin skapar eina serstaka bylgjueffekt, sum er øðrvísi enn úrslitið við vanligum purlujørnum. Ergonomiska handtakið tryggjar eitt gott og trygt tak, meðan langi leidningurin við snúningsfunktión ger hársetingina lætta og smidliga.
Hitin á ROD VS8 kann stillast frá 120 til 210 °C. Sjálvvirkandi sleep-mode-funktiónin slekkir bylgjujarnið eftir 90 minutta nýtslu, um tú skuldi gloymt at sløkt tað. Bylgjujarnið er 6,5 cm breitt og hevur 10 cm langar plátur. Tað verður latið við hitaverjandi loki og streymveiting, sum riggar bæði í Evropa og USA.
Wonder Brush – greið hárið varliga
Wonder Brush er sniðgivin við atliti at bæði hári og hársvørði, tá ið hárið skal greiðast áðrenn ella eftir hárseting. Sera smidligu Superflex-bustutenninar laga seg eftir hárinum og geva eftir, tá ið tær møta fløktum hári. Hetta ger bustina serliga milda og hjálpir við at minka um vandan fyri brotnum hárum og klovnum hárendum.
Rundaðu endarnir massera hársvørðin varliga og stimbra blóðrenslið kring hársekkirnar. Útbogaði 3D-bustupútin er mentur til at fylgja natúrliga skapinum á hársvørðinum.
Vørufyrimunir
ROD VS8-bylgjujarn
- Keramiskt teflonyvirlag, sum ger, at hárið glíður lætt eftir plátunum
- Hitastilling frá 120 til 210 °C
- Hitaskynjarar, sum máta hitan fleiri ferðir um sekundið
- Ergonomiskt handtak
- 6,5 cm breitt bylgjujarn við 10 cm longum plátum
- Sjálvvirkandi sleep-mode eftir 90 minuttir
- 3 metrar langur gummileidningur við snúningsfunktión
- Streymveiting til bæði Evropa og USA
- Hitaverjandi lok til trygga goymslu
Wonder Brush
- Sera smidligar Superflex-bustutenn, sum hjálpa við at minka um brotin hár
- Stórir, rundaðir endar, sum massera og stimbra hársvørðin
- Útbogaður 3D-bustupúti, sum fylgir skapinum á hársvørðinum
- Gummiyvirflata á litaðu útgávunum, sum tryggjar eitt trygt og gott tak
Ábyrgd
Minst til at goyma kvittanina. Tað eru 5 ára ábyrgd á HH Simonsen ROD VS8 og 3 ára ábyrgd á HH Simonsen Wonder Brush.
Tá ið tú brúkar heit hársetingartól, verður altíð mælt til at brúka hitaverjandi spray frá HH Simonsen fyri at verja hárið eyka væl.